- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ómaksgjøld góvu 100 milliónir fyrra hálvár
Renturnar geva minni enn í fjør, men tænastugjøldini, ómaksgjøldini, geva meira.
BankNordik fekk 258 milliónir krónur netto av rentunum fyrra hálvárið í ár, og tað eru 40 milliónir minni enn í fjør.
Samstundis fær bankin meira fyri tænastugjøldini enn í fjør. Men munurin er verri enn so líka stórur sum inntøkumissurin av rentunum. Frá 1. januar til 1. juli fekk BankNordik 101 millión í tænastugjøldum, somu tíð í fjør var inntøkan 92 milliónir krónur.
BankNordik kunngjørdi í morgun roknskapirnar fyri fyrra hálvárið og fyri annan ársfjórðing 2014.
Størri parturin uttan fyri Føroyar
Janus Petersen, forstjóri, sigur við Ritzau Finans, at størri partur av inntøkum bankans eru uttan fyri Føroyar.
Hann sigur, at BankNordik fer ikki at keypa fleiri bankar ella bankadeildir í Danmark. Men ætlanin er, at BankNordik skal mennast í Danmark.
BankNordik keypti Amagerbanken í 2011, og ikki fyrr enn nú er bankin sloppin burtur úr eyka útreiðslunum í tí sambandinum, skrivar Ritzau Finans.