Føroyar kanna russiskt innflutningsbann

Føroyar kanna russiskt innflutningsbann
Føroyski sendimaðurin í Keypmannahavn hevur havt samband við russiska sendiharran um málið
 
07.08.2014 - 13:03

Russland hevur sett innflutningsbann á fisk, kjøt, mjólkaúrdrátt, frukt og grønmeti úr Noregi, ES, USA, Avstralia og Kanada. 

Tað upplýsir rusisski forsætisráðharrin, Dmitrij Medvedev, sambært norska kringvarpinum. Innflutningsbannið kemur í gildi beinan vegin,  og tað er galdandi í eitt ár.

Russland er størsti og týdningarmesti marknaðurin fyri norskar fiskavørur. Tað er í høvuðsheitum sild og makrelur, sum Noreg útflytir til Russlands.

Eiga at mótmæla

Peter Ørebech, professari í lóg við lærda háskúlan í Tromsø, heldur ikki, at russar kunnu seta innflutningsbann í gildi, og hann mælir Noregi til formliga at mótmæla banninum.

- Er innflutningsbannið ólógligt, og Russland noktar at seta tað úr gildi, kann tað í ringasta føri enda við, at Russland verður koyrt úr Altjóða Handilsfelagsskapinum, sigur PeterØrebech.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, skrivaði í gjár undir eina fyriskipan, sum gevur møguleika at seta innflutningsbann í verk ímóti øllum londum, sum hava sett tiltøk í verk móti Russlandi eftir flogvanlukkuna, tá eitt ferðafólkaflogfar varð skotið niður yvir Ukraina. 

Føroyingar kanna

Russland er ein vaksandi marknaður fyri føroyskan útflutning, og føroyski sendimaðurin í Danmark hevur í morgun verið í sambandi við russiska sendiharran í Keypmannahavn fyri at fáa váttan um, hvørt Føroyar verða raktar av innflutningsbanninum ella ikki. Úr Tinganesi verður sagt, at tey ikki hava fingið svar enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Týsdag 28. januar
Morgunlestur týsdagur 28.januar 2025
186651
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881