Teldusníkar stolið 1,2 milliardir loyniorð
Teldusníkar stolið 1,2 milliardir loyniorð
Russiskir teldusníkar hava framt tað størsta álopið á internetinum nakrantíð, og hava stolið upplýsingar til Facebook, Twitter, Gmail og Hotmail
Russiskir teldusníkar hava stolið upplýsingar hjá 1,2 milliardum teldubrúkarum til eitt nú Facebook, Twitter, Gmail og Hotmail
06.08.2014 - 12:25
Brúkaraupplýsingar um 1,2 milliardir teldubrúkarar eru endaðar í føvninginum hjá russiskum teldusníkum, ið hava stolið upplýsingar á 420.000 ymiskum heimasíðum.
Amerikanska KT-trygdarfyritøkan, Hold Security, sigur, at talan er um størsta álopið, ið nakrantíð er framt á internetinum, sambært BBC News Technology.
- Teldusníkarnir forvinna nógvan pening við álopunum, og tað er ein vinna, ið er í stórum vøkstri, sigur stjórin í donsku trygdarfyritøkuni, CSIS, Peter Kruse, við eb.dk
Loypa framvegis á heimasíður
Hóast tað vanliga er góð forrætning hjá teldusníkum at selja upplýsingar um teldubrúkarar víðari, er hetta hesa ferð ikki eydnast í stóran mun higartil, skrivar tíðindastovan, Ritzau.
Stolnu upplýsingarnar um teldubrúkararnar eru brúkaranøvn og loyniorð til sosialu miðlarnar, Facebook og Twitter, og til teldupostskipaninar, Hotmail og Gmail.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008