- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lagnufundur um Føroyar í Brússel í dag
Í dag fer ES-nevndin fyri fiskivinnu og aling at taka støðu til, um ES-boykottið móti Føroyum, sum kom fyri 11 mánaðum síðani, skal setast úr gildi.
Sambært føroysku sendistovuni í Brússel eru sum skilst nøkur ES-lond í móti uppskotinum at strika handilsforðingarnar.
Men kortini er væntandi, at nóg stór undirtøka er fyri uppskotinum hjá ES-nevndini at gevast við boykottinum móti makreli og norðhavssild úr Føroyum.
Verður uppskotið samtykt í dag, skal tað síðani formliga góðkennast í ES-nevndini.
Hetta kann gerast við skrivligum samskifti millum ES-nevndarlimirnar.
Síðani fer reglugerðin um at taka av handilsforðingarnar í ES-kunngerðablaðið. Og hon kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Kunngerðablaðið hjá ES kemur út hvønn dag frá týsdegi til leygardag.
Sendistovan í Brússel sigur, at roknað verður við, at reglugerðin kann verða kunngjørd longu í viku 33, sum byrjar 11.august. Tá kunnu boðini um, at ES ikki longur boykottar Føroyar, í fyrsta lagi koma í gildi mikudagin 13.august.
Í Skotlandi mælir Ian Gatt, stjóri í felagnum hjá teimum, sum fiska uppsjóvarfisk, staðiliga Bretlandi og øðrum londum í ES til ikki at stegða handilsforðingunum.
Ian Gatt sigur, at ein atkvøða fyri uppskotinum at strika boykottið er tað sama sum ein akvøða fyri fiskiskapi, sum ikki er burðardyggur.