- Tíðindi, mentan og ítróttur
Blokadurnar avlýstar
Avtalað er í dag undirskrivað millum reiðaríiðini hjá Asbjørn Senior og Grunnabarð, og so manningarfeløgini, sum høvdu lýst við mynstringarbanni og blokadu.
Lagt var eisini upp ti,l at arbeiðarafeløgini kring landið settu blokadu í verk á landi, so tað fór at verða ógjøgligt hjá skipunum at landa uppsjóvarfiskin. Fríggjadagin skrivaðu manningarfeløgini undir avtalu við fimm onnur reiðarí og samtøk í sambandi við uppsjóvarfiskiskapin, og nýggja avtalan millum reiðaríini hjá Grunnabarð og Asbjørn Senior og manningarfeløgini er tann sama.
Annfinn Garðalíð, næstformaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, sigur við heimasíðuna hjá Fiskimannafelagnum, at samband var millum partarnar í gjár.
- Teir gjørdu púra greitt, at teir vildu hava skipaði viðurskifti við manningarfeløgini, sigur Annfinnur Garðalíð við heimasíðuna hjá Fiskimannafelagnum. Hann er nøgdur við avtaluna, hóast hann hevði ynskt, at tað vóru betur stundir at gjørt eina longri avtalu.
Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, fegnast eisini um avtaluna, sum hann sær sum ein sigur fyri manningarfeløgini.