Sparingar kunnu raka Runavíkar kommunu

Sparingar kunnu raka Runavíkar kommunu
Fíggjarnevndin í kommununi mælir til, at kommunan skal spara tríggjar milliónir. Mælt verður eisini til eina eykajáttan uppá fimm milliónir
Tríggjar milliónir skulu sparast, og ein eykajáttan uppá fimm milliónir eigur at verða samtykt, stendur í endurskoðaðu fíggjarætlanini hjá Runavíkar kommunu fyri 2014
 
24.07.2014 - 10:07

Runavíkar kommuna hevur endurskoðað fíggjarætlanina í ár, og mælir til at fremja sparingar fyri tríggjar milliónir krónur. Ítøkiliga skulu 1,7 milliónir krónur sparast í rakstri og 1,3 milliónir í íløgum, stendur í gerðabókini fyri býráðsfundin 26. juni.

Fíggjarnevndin í kommununi mælir samstundis til at samtykka eykajáttan uppá tilsamans fimm milliónir krónur til meirútreiðslur av íløgum í ár.

Eykajáttan at gera arbeiði liðug

Neyðugt er við eykajáttan til at gera ymsik arbeiði liðug í kommuni, tí neyðug játtan er ikki sett av í ár, stendur í endurskoðaðu fíggjarætlanini.

Talan er um 1,5 milliónir krónur til at gera fimleikahøllina lidna, 1 millión til Blikagøtu, 1,7 milliónir krónur til útfylling á Bakka og 800.000 krónur til asfaltering av oljukajini. Til samans fimm milliónir krónur.

Fíggjarnevndin mælir til at fíggja eykajáttanina við sparingum og úr gjaldførinum, sum fíggjarleiðarin hjá Runavíkar kommunu hevur mælt til.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
190414
Týsdag 8. apríl
Morgunlestur týsdagur 8.apríl 2025
190383
Mánadag 7. apríl
Meinhard Hentze: Hetta var tað
190378
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366
Sunnudag 6. apríl
Møti úr KFUM & K í Klaksvík
190331
Sunnudag 6. apríl
Andakt
190330
Leygardag 5. apríl
Sement 2025
190308