Minni av makreli og sild í føroyskum sjógvi

Minni av makreli og sild í føroyskum sjógvi
Árliga kanningin hjá Havstovuni liðug
Finnur Fríði kannaði makrel og norðhavssild í 12 dagar
 
23.07.2014 - 07:07

Nakað minni er til av makreli og norðhavssild í føroyskum sjógvi í summar enn í fjør. 

Tað er fyribils niðurstøðan hjá Havstovuni, nú nótaskipið Finnur Fríði júst er afturkomið av árligu makrelkanningini í føroyskum sjógvi og norðuri í altjóða sjógvi.

Mest var at fáa norðanfyri, men nakað væl minni var til sunnanfyri og vestanfyri, upplýsir Havstovan. 

Nógv sild var uppií, og viðhvørt var eisini nakað av heilt smáum svartkjafti at fáa.

Minni enn í fjør 

Hesar árligu kanningar verða gjørdar saman við íslendingum og norðmonnum. 

Endamálið er at kanna, hvussu nógvur makrelur er og hvussu víða, hann er um summarið, tá hann kemur í norðurhøv fyri at finna sær føði. 

Samanborið við 2013 var nakað minni at fáa í ár fyri hvønn fjórðing, trolað varð. Finnur Fríði gjørdi 33 hál á túrinum, sum byrjaði 10.juli og endaði í gjár. 

Úrslitini frá kanningunum verða endaliga viðgjørd á felags fundi millum londini í august. Hesin fundur verður í ár hildin í Føroyum, og úrslitini verða kunngjørd í eini felags frágreiðing eftir tann fundin.

Heldur ikki í ár var ES við í makrelkanningunum hjá strandarlondunum. 

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946