Sama úrslitið umaftur í Miðvági

Sama úrslitið umaftur í Miðvági
Jarnbardur vann eisini umróðurin í gjárkvøldið hjá seksmannaførum hjá kvinnunum. Kappingin um silvurmerkini er eisini óbroytt
Kappróður á Vestanstevnu
 
22.07.2014 - 08:04

Jarnbardur vann eisini umróðurin hjá seksmannaførum hjá kvinnum, sum var í Miðvági í gjárkvøldið.

Og eins og á Vestanstevnu gjørdist Sølmundur nummar tvey og Lómur nummar trý, skrivar jn.fo.

Munurin millum Jarnbard og Sølmund var ein lítil skutur, skrivar jn.fo.

Kvinnurnar á Lómi kærdu róðurin á Vestanstevnu, og tær fingu viðhald.

Tí var umróður í Miðvági í gjárkvøldið. 

Eftir at hava sæð sjónbandsupptøkur frá róðrinum á Vestanstevnu, metti Róðarsambandið tað vera rættast at hava umróður, segði Jan Hermann Hansen, formaður í Róðrarsambandinum, við Útvarpið í gjár.

Ein dómarabátur sigldi úteftir, meðan kvinnurnar róðu inn eftir vágni. Aldan frá dómarabátinum órógvaði Lóm.    

Jarnbardur er longu Føroyameistari. Men kappingin um annað plássið og silvurmerkini stendur millum Sølmund og Lóm. Tað var eisini tí, at Róðrarsambandið avgjørdi, at rógvast skuldi umaftur í gjárkvøldið.

Undan seinasta FM-róðrinum, sum verður ólavsøkuaftan, hava bæði Sølmundur og Lómur 33 stig.

    
    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. apríl
Góðan morgun Føroyar
190533
Hósdag 10. apríl
Brot úr Føroya søgu
190532
Hósdag 10. apríl
Morgunlestur hósdagur 10.apríl 2025
190386
Mikudag 9. apríl
Mono - Passions Just Like Mine (4:5)
190509
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. apríl
Undansending: Føroyar - Litava
190512
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Fótbóltur: Føroyar - Gibraltar
190450