- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landssjúkrahúsið útbyggjast fyri hálva miljard
Arbeitt hevur verið við nýggja H-bygninginum, sum skal byggjast oman móti sjóvarmálanum, niðanfyri núverandi sjúkrahúsbygningarnar. Hetta er risastór íløga, sum er partur av langtíðarætlan.
Hetta byggistigið fevnir um nýggja medisinska seingjardeild, føðideild, psykiatriska deild, nýggjan køk og onnur høli.
Liðugt í 2019
Tað eru Faerport II-samtakið – Selmar Nielsen, Árni Winther, Landsbyggifelagið og Sofus M. Jacobsen – sum hava fingið ráðgevarauppgávuna.
Sáttmálin var undirskrivaður í mars og sjálv verkætlanin skal bjóðast út um ársskiftið 2015-16. Kortini verður útgrevsturin boðin út í ár.
Útbyggingin er partur av samlaðu útbyggingini fram til 2019 uppá næstan hálva milliard krónur.
10.000 fermetrar skulu byggjast aftrat Landsssjúkrahúsinum í Havn- og eftir ætlan skal arbeiðið verða liðugt í februar 2019, skrivar ting.fo.