Vilja knýta samband við læknalesandi og læknar

Vilja knýta samband við læknalesandi og læknar
Suðuroyar sjúkrahús, Klaksvíkar sjúkrahús og Landssjúkrahúsið vilja knýta og viðlíkahalda sambandið og skipa tí fyri kunningarfundi 25. juli
 
17.07.2014 - 14:43

Sum liður í menningini av føroyska heilsuverkinum ynskja Landssjúkrahúsið, Suðuroyar sjúkrahús, Klaksvíkar sjúkrahús, Deildin fyri Arbeiðs- og almannaheilsu og Ílegusavnið, at knýta og viðlíkahalda samband við læknalesandi og basislæknar/yngri læknar.

25. juli bjóðar Heilsuverkið læknalesandi, sama hvussu langt tey eru komin við lestrinum ella hvar tey lesa, umframt basislæknar/yngri læknar, sama hvar tey starvast, at koma til kunningarfund á Landssjúkrahúsinum.

Á fundinum verða fylgjandi evnir:

1. Dygdin av antitrombotiskari viðgerð á LS – Haifaa Awad, KBU-lækni greiðir frá.

2. Praktikkmøguleikar fyri læknalesandi, granskingarmøguleikar (bæði sum lesandi og yngri lækni), lesnaður/praktikk uttanlands – innlegg frá læknalesandi.

3. Frágreiðing um útbúgvingarstarvsmøguleikar hjá læknum í Sjúkrahúsverkinum – Sigurð Ó. Vang, sjúkrahússtjóri greiðir frá.

4. Frágreiðing um verandi serlæknamanning og framtíðar ætlanir – Anders Bøgesvang, varastjóri greiðir frá.

Fundurin verður frá kl. 14-15.30  í Veitsuhøllini á Landssjúkrahúsinum, Eirargarður 7.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859