Aling flytur skip

Aling flytur skip
Nýggjar siglingarleiðir á Skálafjørðinum og Sørvágsfirði so alingin fær meira pláss
Siglingarleiðin á Skálafjørðinum skal flytast, so til ber at ala fram við Neslandinum
 
17.07.2014 - 07:31

Ein nýggj siglingarleið inn á Skálafjørðin ger, at til ber at hava aling fram við Neslandinum út móti Eystnesi.

Við verandi siglingarleið ber ikki til at fáa líkinda aliøki fram við Neslandinum, stendur í ársfrágreiðingini hjá Landsverki.

Landsverk hevur ráðført seg við Søfartsstyrelsen og Kongshavnar havn í Runavík um eina nýggja siglingarleið longri frá Neslandinum.

Ein ætlan er nú gjørd. Ljósvinklarnir á vitanum á Toftum suðureftir verða sløktir. Í staðin fyri verður nýggjur vinkulviti settur upp á Strondum til at marka siglingarleiðina.

Heilsufrøðiliga starvsstova hevur fingið umsókn um aling við Nes. 

Bátar sleppa innanfyri  

Siglingarleiðin skal tó broytast fyrst, áðrenn aling kann verða loyvd fram við Neslandinum. Men bátar eiga tó at kunna sigla millum alibrúkið og land.

Landsverk skrivar í ársfrágreiðingini, at nýggja siglingarleiðin inn á Skálafjørðin hevur verið til hoyringar hjá havnamyndugleikum, kommunum, loðsbólkinum, Sjóvinnustýrinum og Vørn.

Hoyringarsvarini eru tó ikki við í ársfrágreiðingini.

Eisini í Sørvági

Aling krevur eisini, at siglingarleiðin á Sørvágsfirði verður flutt nakað. Har verða tveir nýggir vitar settir upp og ein gamal sløktur.

Orsøkin er, at alingin á Sørvágsfirði skal flytast longur út á fjørðin og til suðursíðuna.

Eins og á Skálafjørðinum fara smábátar tó framvegis at kunna sigla millum land og alistøðina.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717