Royna stuðulsskipan, sum borgarin stýrur sjálvur

Royna stuðulsskipan, sum borgarin stýrur sjálvur
Nú skal borgarin í størri mun sjálvur standa við róðrið og virka sum arbeiðsleiðari hjá stuðlinum
 
16.07.2014 - 08:30

Annika Olsen, landsstýriskvinna, sigur, at tað er framvegis Almannaverkið, sum ger av, hvussu nógvar stuðulstímar borgarin skal hava, og Almannaverkið fer eisini framhaldandi at virka sum arbeiðsgevari hjá stuðlinum. Borgarin velur sjálvur, hvør stuðulin verður og hvussu játtaðu stuðulstímarnir verða brúktir.

Virksemið á tveimum sambýlum verður eisini umskipað soleiðis, at búfólkið fær nakrar tímar um vikuna til persónlig áhugamál uttan atlit til sambúgvarnar; tað er at fara til fótbóltsdystir, á kafé, ganga túr ella vitja familju.

Tilsamans verða áleið 12 borgarar partur av royndarverkætlanini, sum verður virkin í seks mánaðir. Tá royndartíðin er av, verður skipanin eftirmett og støða tikin til, um BPA-skipanin skal virka í Føroyum.

Borgarastýrda persónliga atstøðis-skipanin, BPA-skipanin, verður royndarkoyrd í Føroyum í heyst. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
186874
Sunnudag 26. januar
Bolero - 26. januar 2025
186872
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535