Ov lítið súrevni á botninum

Ov lítið súrevni á botninum
Kanningar á botninum í firðum og sundum í Norðoyggjum staðfesta illgruna um súrevnistrot
Ov lítið súrevni var á botni norðan fyri byrgingina um Hvannasund
 
16.07.2014 - 07:45

Ov lítið súrevni við botnin gjørdi, at hummari og annað djóralív í firðunum í Norðoyggjum doyðu fyri tveimum vikum síðani.

Havstovan gjørdi mátingar á botni í Borðoyarvík, Árnafirði og í Hvannasundi, norðan fyri byrgingina, og í Haraldssundi, norðan fyri byrgingina, fyri einari viku síðani.

Kanningarnar staðfestu eitt avlæst botnlag, sum tað eitur, við lítlum súrevni.

Minsta súrevnið varð staðfest á Borðoyarvík. Í Hvannasundi, norðan fyri byrgingina, og í Haraldssundi, eisini norðan fyri byrgingina, var súrevnið við botnin, har tað er djúpast, eisini í minna lagi. 

Støðan var frægari í Árnafirði henda dagin, mikudagin í síðstu viku. Tó sást ábending um botnlag eisini í Árnafirði.

Ongar mátingar vórðu gjørdar sunnanfyri í Hvannasundi og Haraldssundi.

Grynri við munnan 

Borðoyarvík, Árnafjørður, Hvannasund og Haraldssund hava eina grynnu við munnan, sum er fimm til 15 metrar grynri enn djúpast er innanfyri.

Mátingarnar, sum Fiskaling gjørdi fyri Havstovuna, vístu botnlag innan fyri grynnurnar, sum svaraði til hæddina á grynnunum. 

Hesin sjógvurin er eitt sindur kaldari og tyngri enn sjógvurin omanfyri. 

Við so tunnum botnløgum er súrevnið í botnlagnum rættiliga avmarkað. 

Men djór og bakteriur á botninum krevja líka nógv súrevni, og tá minkar súrevnið so skjótt, at djór doyggja av súrevnistroti.

Tá botnløgini eru so tunn, skal ikki nógvur røringur til at bróta tey niður, og sjógvur við meira súrevni kemur í staðin fyri.

Tí var umráðandi, sigur Havstovan, at gera mátingarnar í Norðoyggjum alt fyri eitt, so eitt minsta mát av skjalfesting fæst av fyribrigdinum, sum var har í summar. 

Tá menn tóku hummararúsur í Árnafirði og í Hvannasundi fyri tveimum vikum síðani, var allur hummarin deyður. Og heldur einki annað livandi var í rúsunum.

   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981