- Tíðindi, mentan og ítróttur
Atkvøðan bindur
Samsvar er ikki millum atkvøðuna á býráðsfundinum og viðmerkingina, sum ikki slapp í gerðabókina.
Tí fær Marin Katrina Frýdal, býráðslimur í Havn, ikki viðhald frá Almannamálaráðnum, sum umsitur kommunumál, tá hon kærir borgarstjóran í Havn.
Marin Katrina Frýdal kærdi, tí Heðin Mortensen, borgarstjóri, á býráðsfundi 31.oktober í fjør ikki vildi skriva í gerðabókina, at Marin Katrina Frýdal vildi hava eina aðra raðfesting fyri mentan og frítíð í fíggjarætlanini hjá Tórshavnar kommunu fyri 2014.
Marin Katrina Frýdal atkvøddi annars fyri fíggjarætlanini.
Borgarstjórin noktaði eisini at skriva serynski hennara í gerðabókina.
Partvís undirtøka
Almannamálaráðið sigur í sínari niðurstøðu, at kommunustýrislimir kunnu krevja at fáa eina viðmerking um sína serstøðu í gerðabókina frá kommunustýrifundi.
Men ein kommunustýrislimur kann ikki fáa við í gerðabókina, at tikið verður bara partvíst undir við einum máli, sum viðkomandi annars atkvøddi fyri.
Og tað var júst tað, sum hendi á býráðsfundinum í Havn 31.oktober í fjør. Marin Katrina Frýdal atkvøddi fyri fíggjarætlanini, men hon vildi hava umraðfestingar í grein fimm, sum er um mentan og frítíð.
Hon kundi havt atkvøtt í móti fíggjarætlanini og síðani fingið við í gerðabókina, hví hon gjørdi tað, sigur Almannamálaráðið.
Annars er ikki samsvar millum atkvøðuna og viðmerkingina er niðurstøðan hjá Almannamálaráðnum.