- Tíðindi, mentan og ítróttur
Týskland er heimsmeistari
Týskland er heimsmeistari
Eftir longda leiktíð endaði HM-finalan í fótbólti 2014 við, at Argentina tapti 0-1 fyri Týsklandi.
13.07.2014 - 23:36
Tað var 22 ára gamli Bayern München-leikarin, Mario Götze, sum í 113. minutti setti bóltin í netið.
Argentinski málmaðurin, Sergio Romero, var púra verjuleysur.
Hetta er fjórðu ferð, at Týskland er heimsmeistari í fótbólti. Seinast var í 1990. Tá vann táverandi Vesturtýskland eisini 1-0 á Argentina.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV