- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ísraelsk álop í nátt
Ísraelsk hernaðarflogfør hava aftur í nátt kastað bumbur yvir Gaza-geiran. 13 fólk eru deyð av álopunum, skrivar Ritzau.
Stríðið í Miðeystri er harðnað síðan 12. juni, tá tríggir ísraelskir tannáringar vórðu tiknir til gísla á Vestara Áarbakka. Tannáringarnir vórðu funnir stutt eftir, men tá vóru tannáringarnir dripnir. Hamas er undir illgruna fyri at standa aftan fyri hesa atgerðina.
Ísrael hevur seinstu dagarnar kasta bumbur yvir Gaza-geiran, har Hamas hevur valdið. Samanlagt eru 118 fólk deyð í Gaza-geiranum av álopunum.
Hamas hevur svarað aftur við rakettálopum móti Ísrael. Men enn er ongin deyður av álopunum.
Bæði Egyptaland og USA hava heitt á partarnar um at steðga við álopunum. Men ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, sigur, at ein vápnahvíld als ikki er á dagsskránni nú.
Ísraelskir myndugleikar váttaðu fríggjadagin, at teir fyrireika seg uppá at fara inn í Gaza við herðnaðardeildum. Hervognar eru fluttir til markið til Gaza, og 33.000 hermenn eru savnaðir til eina møguliga innrás.