Ull uttan gull

Ull uttan gull
IRF og Búnaðarstovan fara at taka ímóti ullini, so hon ikki fer fyri skeytið. Men bøndurnir fáa einki fyri ullina.
Arbeiðsloysisskipanin hevur áður savnað ullina inn. Í ár ger hon tað ikki, tí eingin stuðul fæst.
 
11.07.2014 - 13:44

Fyribils fara IRF og Búnaðarstovan at skipa ullarmóttøkuna, men tað er Árni Brattaberg, stjóri á Sirri, ið hevur tikið stig til loysnina. Sirri skal so bera í bandi, at ullin verður skild, pakkað og vaskað.

Sostatt sleppa bøndur og onnur, ið royta, undan at lata ullina sum rusk. Men tey fáa ikki eitt oyra fyri ullina.

Sigert Patursson er formaður í bóndafelagnum. Hann tímir ikki at lata ull uttan at fáa pening afturfyri. Sigert mælir limum sínum til at brúka ullina til okkurt annað; til dømis til at bjálva drenrør við.

- Kann eg spara pening við at brúka ullina til at drena við, so havi eg jú havt ein veruligan vinning. Tað er betri enn at brúka pening og tíð til at lata ullina fyri einki, sigur hann við útvarpið.

Ullarbingjurnar hjá IRF verða settar upp seinast í hesum mánaðinum, tó í Kollafirði 11. august. Bingjurnar verða standandi einar tríggjar vikur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
Onki føroyskt orð er fyri deyting
183806
Hósdag 21. november
Ung fara av landinum at lesa
183958
Hósdag 21. november
Morgunlestur hósdagur 21. november 2024
183774
Mikudag 20. november
Mono - Dolly Parton
183927
Mikudag 20. november
Góðan morgun Føroyar
183892
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977
Hósdag 21. november
Andaktin
183976