Tíggjutals milliónir oljutunnur

Tíggjutals milliónir oljutunnur
Faroe Petroleum eigur fjórðingin av oljuni í stórum norskum oljukeldum
Hóast eingin olja verður pumpað úr føroysku undirgrundini enn, eru føroysku oljufeløgini virkin aðrastaðni
 
11.07.2014 - 09:55

Faroe Petroleum fær meira olju í sín part, nú olja er funnin í einari síðusporsboring á Bue leitimiðinum í norskum øki.

Faroe Petroleum eigur 25 prosent av loyvinum. 

Samanumtikið eigur Faroe Petroleum nú millum 20 og 50 milliónir tunnur av olju á Bue og Pil miðunum. Ein tunna av olju er 159 litrar.

Bue og Pil

Bue síðusporsbrunnurin er góðar tveir kilometrar frá Pil fundinum. Hann varð boraður niður á 3.656 metrar. 

Kanningar benda á, at einki samband er millum Pil og Bue fundirnar. Bue verður tí mettur sum ein sjálvstøðugur fundur.

Fyristøðufelagið, VNG Norge, væntar at kunna fáa millum seks og 25 milliónir tunnur úr nýggja Bue fundinum. Faroe Petroleum eigur fjórðingin. 

Faroe Petroleum og hini feløgini, sum eiga loyvið, fyrireika nú leiti- og metingarætlanir fyri komandi ár fyri at vita, um meira fæst burtur úr loyvinum.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946