- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kann enda við ongum leiðari siga starvsfólk
Endurlýsingin av leiðarastarvinum kann gera, at eingin leiðari verður í Psykiatriska deplinum.
Bæði vanlig starvsfólk og leiðslutoymið í Psykiatriska deplinum gjørdu vart við seg hjá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum, tá tey frættu, at Tórmóður Stórá, leiðandi yvirlækni og depilsleiðari, tók umsókn sína aftur, nú starvið, hann er í, varð lýst leyst av nýggjum, tí bara ein umsøkjari var.
Leiðslutoymið, níggju millumleiðarar, undrast á, at starvið er endurlýst og stúra fyri avleiðingunum, nú Tórmóður Stórá hevur tikið umsókn sína aftur.
Álit og stuðul
Leiðslutoymið setti leiðsluni á Landssjúkrahúsinum nakrar spurningar um málið, millum annað, hví eingin í leiðslutoyminum er í setanarbólkinum, hví starvið er lýst leyst aftur, og um setanarbólkurin hevur tikið atlit til møguligar avleiðingar fyri psykiatriina í Føroyum, um endurlýsingin hevur við sær, at eingin, ella minni skikkaður umsøkjari enn Tórmóður Stórá, søkir.
Leiðslutoymið, sum er samt, endar brævið til sjúkrahúsleiðsluna við at vísa á, at Tormóður Stórá hevur teirra fulla álit og stuðul til at halda fram í starvinum sum leiðandi yvirlækni í deplinum.
Eisini starvsfólk í deplinum, P40, siga seg vera sera ørkymlað, nú, sum tey siga í brævi til sjúkrahúsleiðsluna, nú útlit eru fyri, at Tormóður Stórá ikki verður leiðandi yvirlækni í deplinum.
Og tríggir sjúkrarøktarfrøðingar í Psykiatriska deplinum stuðla eisini Tórmóði Stórá í lesararbrævi undir yvirskriftini "Skelkur á Psykiatriska deplinum."
Vanligt at endurlýsa
Tað er vanligt á Landssjúkrahúsinum at lýsa leiðarastørv leys av nýggjum, tá bara ein umsøkjari er til starvið.
Og tað hevur verið gjørt í nógv ár, sigur Naina Túgvustein, varastjóri á Landssjúkrahúsinum.
Hon sigur, at bara í fjør til dømis vóru minst trý størv lýst leys aftur, tí bara ein umsøkjari var fyrru ferðina.
Tá bara ein umsøkjari er, kemur spurningurin, um starvið var ov illa lýst ella um umsóknarfreistin var ov stutt.
Fyri at binda um heilan fingur verður starvið tí lýst leyst av nýggjum. Tað hevur Landssjúkrahúsið sum almennur stovnur eisini skyldu til at gera, sigur Naina Túgvustein.
Í veruleikanum er talan um at leingja umsóknarfreistina, sigur hon.
Í slíkum førum fáa tey, sum eiga einastu umsóknina, boð um, at tey kunnu lata umsóknina liggja, so teimum nýtist ikki at søkja av nýggjum, og at umsókn teirra ikki er viðgjørd, tí starvið er lýst leyst av nýggjum.
Tók umsóknina aftur
Tórmóður Stórá, leiðandi yvirlækni og depilsleiðari í Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum, tók tó ikki av tilboðnum um at lata sína umsókn standa við. Hann tók hana aftur.
Og hann veit ikki enn, um hann fer at søkja starvið, nú tað er lýst leyst av nýggjum, tí bara ein umsøkjari var.
Tórmóður Stórá hevur verið leiðari í Psykiatriska deplinum í meira enn átta ár.
Hann er áramálssettur, og starvstíð hansara endaði 1.juni. Hann játtaði tó at halda fram til 1.september.
Freistin at søkja starvið sum leiðandi yvirlækni og depilsleiðari í Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum er nú til 1.september.