Fjepparar biðja um friðskjól

Fjepparar biðja um friðskjól
200 fólk, ið komu úr Gana at hyggja at HM í fótbólti, vilja ikki heimaftur úr Brasil.
Fjeppari úr Gana stuðlar liði sínum, ið tó ikki vann nakran dyst.
 
11.07.2014 - 15:27

Sambært brasilskari løgreglu hava fótbóltsfjeppararnir biðið um friðskjól, tí teir eru muslimar. Í Gana stríðast muslimskir bólkar sínámillum.

Øll fólkini komu lógliga til Brasil, tí tey skuldu stuðla landsliðnum hjá Gana, ið spældi í býnum, Natal, heilt eysturi í Brasil.

Løgmálaráðið í Brasil fer at gera av, um fólkini úr Gana fáa friðskjól. Fyribils hýsir ein felagsskapur hjá katólsku kirkjuni teimum 200 fólkunum.

Gana endaði annars aftast í bólki G. Liðið tapti fyri USA og Portugal og spældi javnt móti Týsklandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV