Byggivinnan bólgnar

Byggivinnan bólgnar
Síðan august í fjør eru 200 løntakarar lagdir afturat í Føroyum. Tað er serliga í byggivinnuni, at meiri er at tríva í.
Byggivinnan togar talvumyndina av løntakarum uppeftir.
Mynd: Hagstova Føroya  
 
11.07.2014 - 14:47

Í apríl í ár vóru 23.879 løntakarar í Føroyum. Tað er 28 fleiri enn í mars. Gongdin er sum áður. Seinasta árið er talið hækkað støðugt. Síðan august í fjør eru einir 200 løntakarar fleiri í Føroyum. Framgongdin er umleið 1 %.

Í flestu vinnugreinum er lítil og eingin vøkstur, men í byggivinnuni er nógv meiri at gera. Fyri einum ári síðan arbeiddu 2.892 fólk í føroysku byggivinnuni. Nú eru tey 228 fleiri. Framgongdin er 7,9 %, skrivar hagstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946