Fýra skip skráseta makrel

Fýra skip skráseta makrel
Árliga felags makrelkanningin hjá strandarlondunum er byrjað. ES heldur ikki við í ár
Finnur Fríði úr Gøtu ger aftur í ár makrelkanningar
 
10.07.2014 - 07:44

Árligu makrelkanningarnar hjá Føroyum, Íslandi og Noreg eru byrjaðar.

Fýra skip, tvey norsk, eitt íslendskt og eitt føroyskt, kanna, hvussu nógvur makrelur er í norskum sjógvi, íslendskum sjógvi og í føroyskum sjógvi. 

Økið, sum verður kannað, er stórt, 2,5 milliónir ferkilometrar, langt norður í Barentshavið, nakað suður um Føroyar og heilt vestur á Hvarvið. 

Finnur Fríði kannar við Føroyar   

Aftur í ár er nótaskipið Finnur Fríði leigað til at gera føroyska partin av kanningunum saman við Havstovuni.

Finnur Fríði skal kanna, hvussu nógvur makrelur er í føroyskum sjógvi. Fimm fólk hjá Havstovuni eru við Finni Fríða, skrivar reiðaríið, Varðin, á sínari heimasíðu. 

Makrelkanningarnar verða lidnar seinni í juli. 

Úrslitini verða brúkt á stovnsmetingarfundi hjá ICES seinni í summar.

Heldur ikki í ár er ES við í felags makrelkanningunum hjá strandarlondunum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946