- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ávarar móti álopi á rættartrygdina
Eitt ógvisligt álop á føroyska rættarsamfelagið og á rættartrygd borgaranna, sum eingin fólkavald politisk skipan kann lata um seg ganga.
BLF, felagið hjá teimum sum arbeiða í landsfyristingini, var ikki í iva, tá dómur skuldi sigast um "Kjakupplegg um bygnað í landsfyrisitingini", sum felagið fekk til hoyringar.
Búskapar- og Løgfrøðingafelagið ávarar staðiliga ímóti, at tílíkar ógvisligar og enntá ógrundaðar sparingarnar, sum tikið verður til, verða framdar.
Ørt at spara tíggju milliónir
Ætlanin hjá landsstýrinum er at spara tíggju milliónir krónur í landsfyrisitingini.
Ein arbeiðsbólkur varð settur at lýsa málið. Arbeiðsbólkurin gjørdi "Kjakuppleggið um bygnað í landsfyrisitingini."
Nevndin í BLF heldur, at lýsingin og viðgerðin av verandi stjórnarráðum, sum skal vera grundarlag undir umfevnandi sparingum og bygnaðarbroytingum í fyrisitingini, er ov grunn.
Uppleggið megnar ikki at geva eina reella mynd av virkseminum í ráðunum og heldur ikki at lýsa vavið og fjølbroytnið, sum eyðkennir stjórnarráðini.
BLF heldur eisini, at uppskotið um at spara tíggju milliónir krónur yvir tvey ár í landsfyrisitingini burturav er fullkomiliga órealistiskt.
Umroknað til starvsfólk svarar ein slík sparing til, at allir fulltrúar í tveimum stjórnarráum verða sagdir úr starvi, sigur fakfelagið í sínum hoyringarskrivi.