Fóru uttan um Noreg og Ísland

Fóru uttan um Noreg og Ísland
Fiskimálaráðharrarnir í Noreg og Íslandi halda lítið um avtaluna millum ES og Føroyar um sildina
Norski fiskimálaráðharrin, Elisabeth Aspaker, fýlist á framferðina hjá Føroyum og ES. Men fegnast tó um, at boykottið móti Føroyum steðgar
 
27.06.2014 - 06:43

Nú tvær vikur eru farnar, síðani Føroyar og ES gjørdu avtalu fyri 2014 um norðhavssildina, koma fyrstu politisku viðmerkingarnar úr Noreg og Íslandi.

Í einari felags yvirlýsing undrast Elisabeth Aspaker og Sigurður Ingi Jóhannsson, fiskimálaráðharrar, á, at Føroyar og ES høvdu drúgvar og intensar samráðingar um norðhavssildina uttan at siga hinum strandarlondunum frá.

Ráðharrarnir undrast eisini á, at ES hevur góðtikið, at føroyska kvotan í ár er 40.000 tons, hóast strandarlondini, eisini ES, í mars í ár samdust um, at føroyska kvotan var góð 20.000 tons.   

Norska stjórnin og íslendska stjórnin fegnast tó um, at ES tekur aftur sínar handilsforðingar móti Føroyum.

Framvegis Ikki burðardyggur

Elisabeth Aspaker og Sigurður Ingi Jóhannsson eru ikki samd við ES, sum sigur, at ES og Føroyar eru vorðin samd um at steðga føroyska sildafiskiskapinum, sum ikki var burðardyggur.

Ráðharrarnir siga í felags yvirlýsingini, at føroyska kvotan í ár ger, at meira norðhavssild verður fiskað í ár enn fiskifrøðingar halda vera ráðiligt.

Tað er óheppið, tí sildastovnurin er minkandi.    

Elisabeth Aspaker og Sigurður Ingi Jóhannsson minna á, at øll strandarlondini, eisini ES og Føroyar, eru samd um at endurskoða býtislykilin fyri norðhavssildina í heyst. 

Og so leingi nýggjur býtislykil ikki er gjørdur, eigur einki strandarland at góðtaka kravið hjá øðrum strandarlandi um størri kvotu enn landið eigur sambært galdandi býtislykli frá 2006.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
186874
Sunnudag 26. januar
Bolero - 26. januar 2025
186872
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535