- Tíðindi, mentan og ítróttur
Semjast ikki um fiskivinnunýskipan
Samgongan roynir framvegis at finna semju um fiskivinnunýskipanina, sum skal taka við, tá galdandi skipan endar nýggjársaftan í 2017. Men enn er einki úrslit, hóast nógvir fundir hava verið, tann seinasti var mánadagin.
Nú verður ikki fundur aftur um fiskivinnunýskipanina fyrr enn eftir ólavsøku, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Ætlanin helt ikki
Á ólavsøku í fjør var ætlanin annars at koma við nýggjari lóg um vinnuligan fiskiskap í løgtingið fyri ólavsøku í ár. Men tann ætlanin helt ikki.
Ósemja millum stóru samgonguflokkarnar um fiskivinnupolitikkin í framtíðini ger, at so illa gongst at orða eina nýggja lóg. Og enn hevur samgongan ikki tikið andstøðuna við í arbeiðið.