Grønlendska sjálvstýrislógin fyllir fimm ár í dag

Grønlendska sjálvstýrislógin fyllir fimm ár í dag
Í dag eru fimm ár síðani, at nýggja sjálvstýrislógin fekk gildi í Grønlandi.
 
21.06.2014 - 10:13

Í dag er grønlendskur tjóðardagur.

Tjóðardagurin hevur verið hildin síðan 1983. Grønlendski samleikin er í miðdeplinum á degnum, har flaggið, klædnabúnin, sangurin og málið verða heiðrað.

Tjóðardagurin verður millum annað hátíðarhildin við gudstænastu, røðum, fólkadansi, framsýningum og øðrum.

Í dag eru eisini fimm ár síðani, at nýggja sjálvstýrislógin fekk gildi í Grønlandi. Í nýggju sjálvstýrislógini varð staðfest, at grønlendska fólki er eitt fólk við atliti til fólkarættin og hevur sjálvavgerðarrætt, eins og sagt verður í uttanríkispolitisku heimildarlógini fyri Føroyar.

Tá varð eisini staðfest, at grønlendskt er almenna málið í Grønlandi

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV