- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tollmálið: Nú stevnir Jørgen fyri ærumeiðing

Landsstýrismaðurin stevnir Dia Midjord, stjóra í Kringvarpi Føroya, Liljuni Weihe, tíðindaleidara, og Jan Lamhauge, journalisti í Kringvarpinum, umframt Sveini Tróndarsyni, tíðindamanni, ið hevur starvast á Portalinum.

Tað er dekningurin av sonevnda tollmálinum, sum Jørgen Niclasen stevnir um. Samstundis hevur landsstýrismaðurin tikið avgerð um at taka aftur sína kæru til Fjølmiðlanevndina.

SÍ EISINI Jørgen umhugsar at stevna fyri ærumeiðing

Jørgen Niclasen sigur, at orsøkin er, at hann ikki heldur, at Fjølmiðlanevndin virkar sum hon skal, og tí landsstýrismaðurin ikki heldur, at Kringvarpið hevur virðing fyri nevndini.

Jørgen Niclasen sigur í tíðindaskrivinum, at hann ikki fer at gera viðmerkingar til rættarmálið, so leingi málið liggur í Føroya rætti.