Ukrainskt hernaðarflogfar skotið niður

Ukrainskt hernaðarflogfar skotið niður
Viðhaldsfólk hjá Russlandi hava skotið niður eitt ukrainskt hernaðarflogfar, boðaði verjumálaráðið í Ukraina frá fyrr í morgun
Aðru ferð innan eina viku hava viðhaldsfólk hjá Russlandi skotið niður eitt ukrainskt hernaðarflogfar. Hesa ferð í Lugansk, eystarliga í Ukraina
Mynd: Kort: Google Maps  
 
14.06.2014 - 09:44

<p>Øll 49 fólkini umborð á flogfarinum lótu lív, tá hernaðarflogfarið varð skotið niður, sigur ein talsmaður hjá ukrainska herinum, sambært tíðindastovuni hjá Ritzau.</p>

<p>Tað var stutt fyri at flogfarið skuldi seta seg í flogvøllinum í Lugansk, sum liggur eystarliga í Ukraina, at viðhaldsfólk hjá Russlandi skutu flogfarið niður. Hetta er annað flogfarið, sum verður skotið niður í Ukraina seinastu vikuna.</p>

<p>Seinastu mánaðirnar hava samanbrestir regluliga verið millum russisk viðhaldsfólk og herin í Ukraina. Stjórnin í Ukraina skuldsetir Russland fyri at stuðla uppreistrarfólkunum, men hesum vísa russisku viðhaldsfólkini aftur.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV