- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hesin bilurin kemur at avmynda Føroyar

USA, Stóra Bretland, Týskland, Russland, Suður Amerika, Kanada, Italia, Ísrael, Portugal, Meksiko, Noreg, Spania, Suður Afrika, Tjekkia, Sveis, Thailand og Póland.

Google hevur longu avmyndað nógv lond í stóru verkætlanini Google Street View, har teldubrúkarar kunnu ganga í gøtunum í heimsins londum. Skjótt koma Føroyar eisini á alsamt vaksandi listan.

Milliardafyritøkan Google hevur ætlanir um at koma til Føroyar at avmynda landið, soleiðis at teldubrúkarar kring allan knøttin kunnu "ganga" ymsastaðni í Føroyum framman fyri telduskíggjan.

Dátueftirlitið fingið fráboðan

Google hevur longu sett seg í samband við Dátueftirlitið. Fyritøkan vil vita, hvussu hon skal bera seg at, nú Google hevur ætlanir um at koma til Føroyar at avmynda alt landið við serliga bilinum, sum fer at koyra runt.

Eitt nú vil Google hava at vita, um tað er nakað serstakt, fyritøkan skal hava í huga, við atliti til persónsupplýsingarlógina, nú milliardafyritøkan hevur ætlanir um at skráseta allar Føroyar í myndum.

Dátueftirlitið hevur svarað, at føroyska persónsupplýsingarlógin er galdandi, og at Google eigur at fáa sær eitt umboðsfólk í Føroyum. Dátueftirlitið mælir eisini til, at fráboðanir verða sendar út, so fólk vita, nær økið, har tey búgva ella ferðast í, verður avmyndað.

Kelda: Ársfrágreiðing hjá Dátueftirlitinum 2013