Forsetaval í Sýria

Forsetaval í Sýria
ES sigur, at valið er ein glantrileikur, hóast trý valevni eru at velja ímillum
Assad, forseti, fer helst at vinna stórsigur á forsetavalinum
 
04.06.2014 - 15:10

Hóast Sýria hevur verið í upploysn í meira enn tvey ár,  er forsetaval í landinum í hesum døgum.

ES hevur skírt valið at vera ein glantrileik, og hevur einki við demokrati at gera.

Tað er Assad, forseti, sum hevur ásett dagin, tí hansara skeið sum forseti er úti 20. juni.

Tvey valevni afturat

Umframt Assad sjálvan, eru tvey onnur valevni at velja ímillum, men tey hava neyvan nakran møguleika at verða vald. Nógv bendir á, at valið einans er í teimum pørtunum av landinum, sum Assad, forseti, hevur valdið á.

Hildið verður, at seks milliónir fólk eru flýdd frá húsi og heimi, men framvegis eru í Sýria. Haraftrat eru 2,5 milliónir fólk, sum eru flýdd til grannalondini.

Ongar broytingar

Eygleiðarar siga, at tað kann tykjast sum forsetavalið við fleiri valevnum er tekin um, at broytingar verða. Men tað verða ongar broytingar, tí Assad, forseti fer at vinna stórsigur, og uttan iva fer at fara fram við enn harðari hond eftir valið.

Nógv fólk í Sýria ræðast nógvu islamsku bólkarnar, og tað fær tey at velja Bashar al Assad, forseta, tí tey síggja hann sum einastu verju fyri islamsku ávirkanini í landinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519