Grønland lækkar makrelgjaldið

Grønland lækkar makrelgjaldið
Væntandi fer makrelurin at geva grønlendska landskassanum 95 mió. kr. í ár
 
03.06.2014 - 08:21

Grønlendska landstingið hevur lækkað gjaldið, sum landsstýrið avgjørdi at seta á makrelin. Og tað ger landstingið, tí landsstýrið bað um tað eftir mótmæli frá vinnuni og trýsti frá samgongulimum.

Landsstýrið vildi hava hálva aðru krónu fyri kilo. Men tað er ov nógv, helt vinnan. Fíggjarnevndin hjá landstinginum er vorðin samd um at mæla til at lækka gjaldið niður í 95 oyru. Og tað fer landstingið at samtykkja í morgin.

95 mió. kr.

Grønlendska makrelkvotan er 100.000 tons í ár. Verður alt fiskað, fær landskassin 95 mió. kr. í sín lut. Í fíggjarlógini fyri 2014 er roknað við 90 milliónum frá makrelinum.

Fiskivinnan helt, at hálv onnur króna fyri kilo var ov nógv, skrivar grønlendska kringvarpið á heimasíðu sínari.

Talan er um váðafúsan royndarfiskiskap. Í Grønlandi eru ikki skip, sum kunnu fiska makrel. Tí er neyðugt at leiga skip og rigga tey til. Og manningarnar skulu eisini umskúlast.

Lurtaðu eftir vinnuni

Í samgonguni her heima lurtaðu tey eftir vinnuni. Og tá samgongulimir løgdu trýst á landsstýrið, tók tað aftur sítt uppskot um hálva aðru krónu fyri kilo og bað Fíggjarnevndina lækka gjaldið fyri at fáa ein neyðsemju um málið.      

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946