- Tíðindi, mentan og ítróttur
Johan Lund Olsen avloysir Saru Olsvig
Fyrrverandi landstings- og landsstýrismaðurin hjá IA, Johan Lund Olsen, fer at loysa Saru Olsvig av í fólkatinginum, eftir at hon í gjár varð vald til forkvinnu í grønlendska flokkinum, Inuit Atagatigiit.
Hon teklur við formansstarvinum eftir Bubik Kleist, sum legði frá sær í vár.
Sara Olsvig hevði boðað frá, at hon fór at siga sessin í fólkatinginum frá sær, um hon varð vald til forkvinnu í IA.
Johan Lund Olsen er varamaður hjá Saru Olsvig í fólkatinginum, og hevur fleiri ferðir avlpoyst hana, síðani hon varð vald í landstingið í fjør.
Johan Lund Olsen sigur, at hann hevur havt tætt samstarv við Saru Olsvig, og kennir málini sum hon hevur arbeitt við í fólkatinginum. Tað arbeiðið fer at halda fram, sigur hann.
Val til fólkatingið skal vera í seinasta lagi í september næsta ár, men tað er ikki óhugsandi at tað verður fyrr, soleiðis sum polittiska støðan er í Danmark, sigur Johan Lund Olsen við grønlendska kringvarpið.