- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nevningarnir: Hann framdi harðskap sum drap
Í Føroya rætti hava nevningarnir svarað ákæruritinum. Tey hava ikki funnið mannin sekan í drápi. Nevningarnir siga, at maðurin hevur framt harðskap, sum drap ein 61 ára gamlan mann í einum sethúsum í Marknalíð í Havn tann 20. november í fjør. Nevningarnir siga, at talan var ikki um sjálvverju. Nevningarnir siga somuleiðis, at tann 69 ára gamli maðurin skal dømast fyri at vera farin frá persóni í lívsvanda, uttan at hjálpa honum ella at biðja um hjálp. Hann er eisini funnin sekur í at vera farin inn í bústaðin hjá øðrum, uttan at hava rætt til tað.
Revsikarmarnir eru 10 ár. Dómarin hevur boðað frá, at hann er ikki púrasta ósamdur í niðurstøðuni hjá nevningunum.
Klokkan 19.30 fara ákærin og verjin at siga sína hugsan um niðurstøðuna hjá nevningatinginum. Eftir tað fara dómarin og nevningarnir at áseta revsingina.
Kringvarpið fylgir málinum.