Vinnunevndin liðug við grein 19 álit

Vinnunevndin liðug við grein 19 álit
Løgtingið skal eisini kanna eftirlitið hjá Skrásetingini við Eik Grunninum frá 2010 til dagin í dag. Álitið verður undirskrivað hósdagin klokkan 14
Vinnunevndin hjá Løgtinginum er liðug við grein 19 álitið, ið verður undirskrivað hósdagin. Álitið verður lagt fram á tingfundinum í næstu viku
 
21.05.2014 - 12:51

Vinnunevndin hjá løgtinginum er liðug við uppskotið hjá Johan Dahl, landsstýrismanni, um at lata eina grein 19 nevnd við trimum løgtingslimum kanna viðurskiftini kring Eik grunnin og eftirlitið við grunninum árini 2002-2010.

Alfred Olsen, formaður í Vinnunevndini, sigur, at álitið hjá nevndini verður undirskrivað klokkan tvey í morgin og lagt fram á tingfundinum í næstu viku.

Alfred Olsen sigur, at nevndin fer at skjóta upp at broyta uppskotið, so kanningin av eftirlitinum hjá Skrásetingini við grunninum ikki bara skal fevna um tey níggju árini frá 2002 til 2010, men eisini um tíðina eftir 2010.

Ikki greitt um Vinnunevndin er samd

Sambært uppskotinum til samtyktar skal grein 19 nevndin ikki kanna, um nevndarlimirnir í Eik grunninum hava gjørt nakað revsivert ella misbrotið seg á annan hátt. Heldur ikki skal nevndin kanna, um til ber at krevja endurgjald frá nevndarlimunum.

Slík krøv høvdu kortini fallið fyri fyrningarfreistini. Millum annað spurningurin um fyrningarfreistina ger, at Vinnunevndin vil hava lutin hjá eftirlitinum kannaðan árini 2011 til 2014 eisini.

Ikki er greitt, um tað verður ein samd Vinnunevnd, sum fer at skriva undir álitið hjá nevndini um grein 19 nevndina. Tjóðveldi hevur róð fram undir, at kanningin eisini skal umfata lutin hjá landsstýrismanninum í vinnumálum í málinum um Eik Grunnin og eftirlitið við grunninum.

Uppskotið um havrannsóknarskipið ikki liðugt viðgjørt

Hitt málið, sum er í Vinnunevndini, uppskotið um havrannsóknarskipið, er ikki liðugt viðgjørt. Tað er í løtuni ikki vist, at málið kemur úr aftur nevndini í hesari tingsetuni, sigur Alfred Olsen, formaður í Vinnunevndini.

Í gjár vóru Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og Beinta Dam, landsgrannskoðari, á fundinum hjá Vinnunevndini, sum hevði spurningar um leasing, langtíðarleigu.

Uppskotið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum er, at privat felag skal byggja havrannsóknarskipið, og síðani skal landið leiga skipið til havrannsóknir stóran part av árinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519