Løgmaður: Landsstýrið røkti skyldur sínar

Løgmaður: Landsstýrið røkti skyldur sínar
Endamálið er at forða fyri endurtøkum, ikki at draga nakran til svars ella í rættin, sigur Kaj Leo Johannesen í svari til Kristinu Háfoss
Sum málið nú er upplýst, er einki, ið bendir á, at landsstýrið ikki røkti sínar skyldur í málinum um Eik Grunnin, sigur løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen
 
19.05.2014 - 10:57

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, í svari til Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu, sum spurdi um vantandi eftirlit við Eik Grunninum.

Eitt uppskot hjá landsstýrinum um at seta trý tingfólk at kanna Eik Grunnin og Skráseting Føroya, sum hevði eftirlitið við Eik Grunninum frá 2008, er í Vinnunevndini hjá løgtinginum.

Høvuðsmálið er at fáa til vegar neyðugar upplýsingar, so forðast kann fyri, at vit endurtaka óhepnar mannagongdir og avleiðingar, sum hava verið av hesum málinum, sigur løgmaður.

Sambært uppskotinum hjá landsstýrinum verða agamáls- og revsirættarviðurskifti hjá einstaklingum ikki kannað. So long tíð er nú fráliðin, at ikki er gjørligt í stóran mun at kanna við teirri rættartrygd, sum slikar kanningar krevja, sigur løgmaður í svari sínum.

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at sum málið nú er upplýst, er tað eftir hansara tykki einki sum bendir á, at landsstýrið í hesum máli ikki hevur røkt sínar skyldur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946