- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bergur Poulsen verður formaður í tunnilsfelagnum
Nú verður partafelagið, ið skal gera, eiga og reka størstu tunnilsætlanina í Føroyum stovnað. Formaður í nýggja felagnum verður Bergur Poulsen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelagi.
Hini, í nevndini fyri nýggja tunnilsfelagið, eru Evy Jacobsen, næstformaður, nevndarlimirnir eru Ewald Kjølbro, Petur Alberg Lamhauge, Marita Hentze, Christian Danielsen og Gunnvá á Lofti.
Søkja eftir stjóra í næstum
Felagið fer í næstum at søkja eftir stjóra at leiða virksemi felagsins. Nevndin roknar við, at stjóri er settur innan 3 mánaðir. Fíggjarmálaráðharrin hevur góðkent at nevndarsamsýningin verður 4.000 kr. um mánaðin til vanligan nevndarlim
Næstformaðurin fær hálva aðru ferðir hesa upphædd og formaðurin tvær ferðir upphæddina. Aðalfundurin hevur valt Numo til grannskoðara. Grannskoðanin av nýggja partafelagnum varð boðin út á keypsportal.fo. Inn komu trý tilboð, og lægsta tilboðið átti Numo Grannskoðanarvirki.
Landið setur tilsamans 400 milliónir kr. í felagið, hetta til 2024. Tær fyrstu 15 milliónirnar setur landið í felagið longu í ár og tær seinastu hálvthundrað milliónirnar um tíggju ár.