Nýtt flogfelag byrjar flúgving í Grønlandi

Nýtt flogfelag byrjar flúgving í Grønlandi
Tvey flogfeløg fara nú at kappast um grønlendsku ferðafólkini. 2. juni byrjar nýggja flogfelagið, Greenland Express Air, flúgving
Greenland Express Air tekur nú kappingina upp við Air Greenland. 2. juni byrjar nýggja flogfelagið flúgving millum Danmark, Grønland og Ísland við einum leigaðum Fokker 100-flogfari (myndin)
Mynd: Greenland Express Air  
 
15.05.2014 - 16:20

Tvey flogfeløg fara nú at kappast um grønlendsku ferðafólkini. Seinastu mongu árini hevur Air Greenland verið einsamalt um flúgvingina, men 2.juni fer Greenland Express Air at flúgva millum Danmark, Grønland og Ísland, skrivar Sermitsiak.

Greenland Express Air hevur langleigað eitt flogfar av slagnum Fokker-100, sum tekur 100 ferðafólk. Tað fer at flúgva millum Aalborg og Keypmannahavn í Danmark, Keflavík í Íslandi og Kangerlussuaq - Syðra Streymfjørð - og Narsassuaq í Grønlandi. 

Í leigusáttmálanum hevur flogfelagið eisini tryggjað sær eitt flogfar aftrat, sum skal verða tøkt, um tekniskir trupulleikar verða við hinum flogfarinum. Hetta flogfarið kann eisini flúgva leiguflúgving. Flogfarið, sum Greenland Express hevur leigað, er frá 1995, og leigusáttmálin er trý ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV