Løgmaður og landsstýrisfólk hægri løn

Løgmaður og landsstýrisfólk hægri løn
Løgmaður fær 30 prosent meira í løn og landsstýrisfólkini 29 prosent
 
12.05.2014 - 08:16

Eftir næsta løgtingsval hækka lønirnar nógv hjá løgmanni og landsstýrisfólkum. Tað samtykti løgtingið fríggjadagin. Løgmaður fær 30 prosent meira í løn og landsstýrisfólkini 29 prosent.

Løgmaður fær 17.560 kr. meira um mánaðin og landsstýrisfólkini 14.535 kr. meira enn tey fáa nú. Lønin hjá løgmanni fer beint upp um 76.000 krónur.

Andstøðan í tinginum tók ikki undir

Lønin hjá landsstýrisfólkunum fer upp í 64.380 krónur um mánaðin, sambært lógini, sum løgtingið samtykti. Andstøðan í tinginum tók ikki undir við at hækka lønirnar.

Løgmaður og landsstýrisfólk fáa ikki frían bil, sum løgmaður skeyt upp. Tey fáa somu samsýning at ferðast fyri sum løgtingsfólk fáa, - tað er fyri 200 ferðir aftur og fram um árið.

Skattafría borðfæið og kostnaðar-endurgjøldini fara í søguna, og eftirlønarskipanin hjá løgmanni og landsstýrisfólkum verður ikki so gylt, - fyri at brúka orðið hjá løgmanni sjálvum, í framtíðini.

Eftirlønin verður 15 prosent

Eftirlønarskipanin fer frá eini tænastumannaskipan til eina skipan, har goldið verður inn til egna uppsparing, sum onnur gera. Eftirlønin verður 15 prosent.

Og hjá løgmonnum og landsstýrisfólkum, sum fara úr landsstýrinum í løgtingið, verður fráfaringarlønin frá landsstýrinum mótroknað í lønini frá løgtinginum.

Landskassin fer at spara slakar fýra milliónir krónur um árið, tá nýggja skipanin kemur í gildi eftir næsta løgtingsval.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519