Landsstýrismálanevndin umrøða Johan Dahl í morgin

Landsstýrismálanevndin umrøða Johan Dahl í morgin
Andstøðuflokkarnir hava kært landsstýrismannin til nevndina
 
12.05.2014 - 13:32

Í morgin fer landsstýrismálanevndin á fund við eittans punkti á dagskránni: Kæran um Johan Dahl, landsstýrismann, um fyrisiting hansara av Strandfaraskipum Landsins.

Eftir atfinningarsomu frágreiðingina frá løgtingsgrannskoðarunum gjørdu andstøðuflokkarnir ta niðurstøðu í síðstu viku, at misálitisváttan eigur at verða reist ímóti landsstýrismanninum, men at ein slík neyvan hevði fingið meiriluta í tingsalinum.

Tí avgjørdi andstøðan ístaðin at kæra Johan Dahl til Landsstýrismálanevndina.

Í kæruni vísa andstøðuflokkarnir til niðurstøðurnar hjá løgtingsgrannskoðarunum, sum m.a. staðfesta, at “landsstýrismaðurin ikki kunnaði Løgtingið ella bað Løgtingið um eykajáttan, hóast hann visti, at játtanin til stovnin ikki fór at halda.”

Kæran heitir á Landsstýrismálanevndina um at gera niðurstøður um: - um landsstýrismaðurin hevur fyrisitið á lógligan hátt, - um landsstýrismaðurin hevur hildið stýrisskipanarlógina, - um landsstýrismaðurin hevur hildið lóg um játtanarskipan landsins, - um landsstýrismaðurin hevur hildið lóg um ábyrgd landsstýrisins - og, um landsstýrismaðurin annars hevur røkt tær skyldur sum áliggja honum.

Fundurin í Landsstýrismálanevndini verður klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519