- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eysturríki vann Eurovision 2014
Eysturríki vann Eurovision 2014
Eysturríki vann Eurovision Song Contest 2014 leygarkvøldið, tað sum vit eisini kalla Grand Prix um okkara leiðir

Conchita Wurst, eisini nevnd "skegguta daman", førdi leygarkvøldið Eysturríki til sigurs í sangkappingini Eurovision 2014, sum í ár varð hildin í Keypmannahavn
Mynd: AP
11.05.2014 - 10:12
<p>Tað var Conchita Wurst, ið vann fyri Eysturíki við sanginum Rise Like a Phoenix. Seinast, Eysturíki vann Eurovision Song Contest, var í 1966. Holland gjørdist nummar tvey og Svøríki nummar trý.</p>
<p>Úrslitið hjá hinum Norðanlondunum í Eurovision Song Contest var, at Norra gjørdist nummar 8, Danmark gjørdist nummar 9, Finland nummar 11 og Ísland nummar 15.</p>
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV