- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uppskot til viðgerðar um at útveita SSL

Løgtingið samtykti í gjárkvøldið við aðru viðgerð málið. Men orðaskifti var í rættiliga hart um uppskotið aftur í dag. Uppskotið hjá Johan Dahl fór tó aftur í nevnd í gjárkvøldið, har samgongumeirilutin valdi at broyta uppskotið.

Sambært lógini kunnu farleiðir hjá Strandferðsluni ikki útveitast uttan so, at tað tænastan verður minst líka góð og minst líka so bílig, sum hon er nú.

Túratalið skal ikki lækka

Samstundis skal tað vera ein treyt, at túratalið skal ikki lækka, og prísurin á ferðaseðlum skal ikki hækka í miðal. Johan Dahl, landstýrismaður, segði í tinginum í gjár, at eingin farleið verður útveitt uttan so, at tað er ein fyrimunur fyri landið, og samstundis skal trygd fáast fyri, at avloysaraskip er tókt.

Nú ber til hjá landsstýrismanninum í samferðslumálum at útveita allar sjóvegis farleiðirnar hjá Strandferðsluni til privatar at røkja. Løgtingið samtykti í gjárkvøldið við aðru viðgerð málið, og í dag verður lógin endaliga samtykt. Tó ikki uttan svørðslag.