Landsstýrisfólk somu treytir sum løgtingsfólk

Landsstýrisfólk somu treytir sum løgtingsfólk
Nevndin, sum hevur viðgjørt upskotið um lønarviðurskifti hjá landsstýrisfólkum, heldur ikki, at tey skulu hava skattafrian bil
 
09.05.2014 - 11:32

Lønirnar hjá løgmanni og landsstýrisfólkum eiga ikki at hækka.

Tað heldur andstøðan í løgtinginum.

Serliga løgtingsnevndin, sum varð mannað at viðgera uppskotið hjá løgmanni um lønirnar hjá landsstýrisfólkum, hevur nógv broytingaruppskot. Nevndin er ikki samd í øllum. 

Ikki skattafrían bil

Hon er samd um, at løgmaður og landsstýrisfólk eiga ikki at fáa skattafrían bil. Men semja er ikki um, hvat tey so skulu fáa.  

Minnilutin, sum í hesum førinum er samgongan, tí í henni eru bara tríggir flokkar, sigur, at tey eiga at fáa 200 ferðir við Strandferðsluni aftur og fram um árið, og koyripengar og tunnilsgjald 200 ferðir - tað sama sum løgtingsfólk fáa. Tey, sum búgva í høvuðsstaðarøkinum, fáa ikki hesar sømdir í broytingaruppskotinum hjá minnilutanum. Meirilutin í nevndini, andstøðan, mælir til, at latnar verða kr. 1,60 fyri hvønn koyrdan kilometur millum heim og arbeiðspláss. 

Fyri koyring í embætisørindum skulu reglur um koyring í arbeiðsørindum galda.

Ikki eftirløn afturat

Nevndin heldur tað ikki vera beint, at landsstýrisfólk og løgmenn, sum hava forvunnið sær fulla ella partvísa eftirløn eftir verandi skipan, eisini skulu fáa 15 prosent í eftirlønargjaldi við nýggju skipanini. Í staðin fyri skal eftirlønargjaldið lagast eftir eftirlønini, sum landsstýrisfólk og løgmenn longu hava forvunnið eftir tænastumannalíknandi skipanunum.

Og nevndin mælir til, at løn, sum fyrrverandi landsstýrisfólk og løgmenn fáa frá tinginum, verður mótroknað í fráfaringarlønini frá landsstýrinum. Onnur løn skal ikki mótroknast. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519