- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú kann Strandferðslan útveita farleiðir
Nú ber til hjá landsstýrismanninum í samferðslumálum at útveita sjóvegis farleiðir hjá Strandferðsluni til privatar at røkja. Løgtingið samtykti í gjárkvøldið við aðru viðgerð málið, og í dag verður lógin endaliga samtykt.
Samgongan atkvøddi fyri málinum, og andstøðan atkvøddu ímóti.
Treytir lagdar við
Sambært lógini kunnu farleiðir hjá Strandferðsluni ikki útveitast uttan so, at tað tænastan verður minst líka góð og minst líka so bílig, sum hon er nú. Samstundis skal tað vera ein treyt, at túratalið skal ikki lækka, og prísurin á ferðaseðlum skal ikki hækka í miðal. Hvast orðaskifti var í tinginum um málið, og víst var m.a. á, at Útoyggjafelagið og fólk í Mykinesi hava sagt á fundi í Vinnunevndini, at tænastan á Mykines-leiðini er nógv versnað, síðani hon varð útveitt.
Gerhard Lognberg úr Sambandsflokkinum segði, at hann var ivasamur um uppskotið at útveita farleiðir hjá Strandferðsluni, tí royndirnar av Farmaleiðum, sum eru á privatum hondum, eru ringar. Men tá meirilutin í Vinnunevndini broytti uppskotið, so túratalið ikki skal lækka og ferðaseðlaprísurin ikki hækka, kendi hanna seg tryggari.
Landsstýrismaðurin sissar
Johan Dahl, landstýrismaður, sum legði uppskotið fram, segði, at eingin farleið verður útveitt uttan so, at tað er ein fyrimunur fyri landið, og samstundis skal trygd fáast fyri, at avloysaraskip er tókt.