Ferðaráðið verður nú partafelag

Ferðaráðið verður nú partafelag
Løgtingið hevur samtykt uppskotið hjá Johan Dahl, landsstýrismanni
 
08.05.2014 - 15:42

Ferðaráðið verður nú skipað sum partafelag undir heitinum P.f. Visit Faroe Islands.

Samgonguflokkarnir í vinnunevndini og Tjóðveldi tóku undir við uppskotinum frá Johan Dahl, landsstýrismanni, men høvdu eitt broytingaruppskot um, hvussu nevndin í felagnum skal mannast. Og tann broytingin varð samtykt.

Samgongan og Tjóðveldi siga, at skal ferðavinnan gerast ein gevandi inntøka og geva arbeiðspláss í framtíðini, er best at leggja hana í alment partafelag.

 

Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin mæltu frá at samtykkja uppskotið.

Nevndin

Sambært lógarbroytingini skal aðalfundurin í Visit Faroe Islands velja nevndarformannin, og hinir nevndarlimirnir verða valdir soleiðis:

- Eitt umboð fyri Ferðavinnufelagið, sum eisini skal umboðar gistingarhús, matstovur, ferðasmiðir v.m.

- Tvey umboð fyri ferðaflutningsfyritøkur

- Eitt umboð fyri Tórshavnar kommunu

- Eitt umboð fyri hinar kommurnar

- Eitt umboð fyri mentanina ella ítróttin 

- Eitt umboð fyri landsstýrismannin

Við aðru viðgerð var uppskotið samtykt við 22 atkvøðum fyri og 10 ímóti. Lógin skal hava eina viðgerð í tinginum afturat.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519