Tróndur og Barbara innstillað

Tróndur og Barbara innstillað
Kappast við onnur tónaverk um norðurlendsku heiðurslønina fyri musikk
 
02.05.2014 - 14:29

Tónaverkið "Barbara" hjá tónaskaldinum Tróndi Bogasyni er í uppskoti til tónlistaheiðurslønina hjá Norðurlandaráðnum. 

"Barbara" er skrivað í 2009 fyri slagverk, kór og elektronikk sum ein dansiframsýning. Barbara er millum sýnd í Danmark, Føroyum og Íslandi. 

Verkið byggir á skaldsøguna "Barbaru" hjá Jørgen-Frantz Jacobsen, og tónleikurin er settur saman av fýra kingoløgum, sum verða nýtt á ymsar mátar.

Solistur ella fleiri sangarar syngja, ofta í senn.

Tróndur Bogason er útbúgvið tónaskald á Kongaliga konservatoriunum í Keypmannahavn í 2007.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. mars
Veðrið
189777
Týsdag 25. mars
KAKUMiKS kemur 28. mars!
189768
Sunnudag 23. mars
Ein varði í lívi mínum
189664