Landið fær 30 milliónir av metvinningi

Landið fær 30 milliónir av metvinningi
Føroya Tele hevði besta úrslit nakrantíð í fjør. Landskassin fær 30 milliónir í vinningsbýti
Føroya Tele: rakstrarúrslitið seinastu fimm árini er vaksið úr 103 milliónum krónum í 2009 upp í 147 milliónir krónur í 2013.
 
01.05.2014 - 12:33

Landskassin fær 30 milliónir í einum høggi frá Føroya Tele.

Føroya Tele kungjørdi í dag besta úrslitið nakrantíð.

Føroya Tele hevði 56 mió. kr. í vinningi í fjør eftir skatt.

Einasti eigarin, landsstýrið,  fær 30 milliónir í vinningsbýti.

Føroya Tele upplýsir, at størri søla og effektivisering í nógv ár eru orsakirnar til góða úrslitið.

Úrslitið í fjør er 23 milliónir krónur betri enn í 2012.

Føroya Tele hevði ársaðalfund í dag. 

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, valdi allar nevndarlimirnir aftur.

Hann valdi Klaus Pedersen, Jóhannus Egholm Hansen, Fanny Petersen og Annbritt Klausen.

Starvsfólkini hava valt Janus Djurhuus, Ullu Stenberg og Christian Joensen í nevndina hjá Føroya Tele. 

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Klaus Pedersen sum formanni og Jóhannusi Egholm Hansen sum næstformanni.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946