Handverkarar úr ES til Føroya

Handverkarar úr ES til Føroya
Útlendingalógin skal broytast, so byggivinnan lættari kann fáa handverkarar úr ES til Føroya at arbeiða
Skjótt verður lættari hjá byggivinnuni at fáa fólk til nógvu byggingina, sum nú er í Føroyum
 
01.05.2014 - 14:04

Skjótt, tað er um tveir mánaðir, verður bæði lættari og skjótari hjá byggivinnuni í Føroyum at fáa handverkarar úr ES-londunum til Føroya at arbeiða.

Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur biðið løgtingið mæla ríkismyndugleikunum til at broyta útlendingalógina.

Broytingin skal rudda slóð fyri handverkarum úr ES at sleppa at arbeiða í Føroyum.

Fyri nøkrum árum síðani varð lógin broytt soleiðis, at tá arbeiðsloysið í Føroyum fer upp um 3,5 prosent, fóru serligu rættindini hjá ES-borgarum at fáa arbeiði í Føroyum úr gildi.

Arbeiðsloysið fór upp um hálvt fjórða prosent á heysti í 2009 og hevur verið oman fyri tað markið síðani tá. 

ES-borgarar eru tí at rokna sum triðjalands borgarar, sum vilja arbeiða í Føroyum.  

Í løtuni er arbeiðsloysið í Føroyum góð fýra prosent.

Nú vil landsstýrið hava markið upp í seks prosent fyri at fáa handverkarar til Føroya. 

Uppskotna lógarbroytingin skal bara vera galdandi fyri faklærda arbeiðsmegi í byggivinnuni. 

Broytingin merkir, at ikki fyrr enn arbeiðsloysið fer upp um seks prosent, missa handverkarar í ES serligu rættindini at fáa arbeiði í Føroyum.       

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Týsdag 22. apríl
Samværi 069 - Hví skunda sær at skriva?
190893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946