Flaggið upp eftir hvíta listanum

Flaggið upp eftir hvíta listanum
Sambært Sjóvinnustýrinum hevur ein herferð bjargað trimum skipum undan at verða afturhildin uttanlands. Hert eftirlit er við valdum skipum.
Sjóvinnustýrið leggur seg eftir at kanna gjølla skip, har sum illgruni er um, at alt ikki riggar sum tað eigur
 
30.04.2014 - 10:03

2014 verður vónandi árið, tá føroyska flaggið ger eitt stórt lop upp eftir á hvíta listanum við skipum, sum lúka krøvini, sett vera til skip. Listin eitur hvíti listin hjá felagsskapinum Paris Mou.  

Tað sigur Sjóvinnustýrið eftir úrslitið fyrsta ársfjórðing í ár. 

Árið byrjaði ikki so væl, tí síðst í 2013 varð eitt skip undir føroyskum flaggi afturhildið í útlendskari havn. 

Men hóast fremmand skipaeftirlit hava kannað nógv føroysk skip ár, er einki skip afturhildið higartil. 

Kortini vóru fleiri kanningar í fjør enn í ár. Í fyrsta ársfjórðingi í fjør vóru 46 kanningar. Tær vóru bara helvtina so nógvar í ár.

Hetta kann merkja, sigur Sjóvinnustýrið, at vit nú loksins síggja ágóðan av, at føroyska flaggið er á hvíta listanum. Skipini verða ikki kannað so ofta.

Talið av viðmerkingum um kannað føroysk skip er tó minkað lutfalsliga meira enn kanningartalið. Í fjør vóru 108 viðmerkingar, í ár 42.  

Sjóvinnustýrið sigur seg hava hert eftirlitið við skipum og feløgum,  sum hava vánalig úrslit ella ónøktandi úrslit.  Sjóvinnustýrið er farið undir eina eftirlitsherferð. Eftirlitsfólk gera eyka eftirlit á valdum skipum.  

Og klassafeløgini fáa boð um at fylgja málunum og tryggja, at kravdar rættingar verða gjørdar um borð á skipunum. 

Higartil eru seks skip kannað í ár. Á trimum skinum funnu eftirlitsfólkini umstøður, sum sannlíkt høvdu endað við, at skipini høvdu blivið afturhildin innan stutta tíð.

At annað hvørt skip ikki er í lagi merkir, at Sjóvinnustýrið valdi røttu skipini at kanna.  Eisini er hetta greið ábending um, at herferðin eigur at halda fram, sigur Sjóvinnustýrið . 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946