Trygdin nógv betri í Noregi

Trygdin nógv betri í Noregi
Fiskimannafelagið hevur samanborið trygdina á føroyskum og norskum fiskiskipum, sigur felagið í skrivi til løgtingið
Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, vil hava ein útbúgving í trygd og sáttmálaviðurskiftum
 
28.04.2014 - 09:45

Stórur munur er á trygdini á føroyskum fiskiskipum og norskum fiskiskipum.

Tað sigur Fiskimannafelagið í svari til løgtingið, sum viðger eitt uppskot hjá Tjóðveldi.

Tjóðveldi vil hava løgtingið at biðja landsstýrið kanna og leggja neyðug lógaruppskot fyri løgtingið, sum kunnu herða lóggávu, krøv og eftirlit við trygd og arbeiðsumhvørvi á føroyskum fiskiførum.  

Fiskimannafelagið skrivar, at fyri kortum var ein maður inni á gólvinum hjá felagnum og metti um trygdina á føroyskum fiskiskipum og um trygdina á norskum skipum. 

Niðurstøðan er, at munurin er rættiliga stórur. Norðmenn ger nógv meira burtur úr trygdini, sigur Fiskimannafelagið.

Trygdarskeiðini eru ikki nóg mikið. Ein 14 daga útbúgving í trygdarviðurskiftum á sjónum krevst, sigur Fiskimannafelagið. 

Fiskimannafelagið ivast eisini í, um trygdarprógvini, sum útlendskir fiskimenn koma við til Føroya, eru so nógv verd.  

Tað eigur harafturat at vera kravt, at málið um borð á føroyskum fiskiskipum er føroyskt.

Formaðurin í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard, mælir til, at útbúgvingin, sum fiskimenn eiga at fáa, skal fevna um millum annað trygd, lóggávu og sáttmálaviðurskifti.

Tað hevði eisini forðað fyri bíligari arbeiðsmegi í føroysku fiskivinnuni, sigur Jan Højgaard. 

Reiðarafelagið tekur undir við at kanna trygd og arbeiðsumhvørvi fyrst, áðrenn nøkur lóg verður samtykt og sett í gildi.

Tjóðveldi sigur í sínum uppskoti, at munur tykist vera á trygdarkrøvum og reglum í frálandavinnuni, á farmaskipum og ferðamannaskipum og so fiskiskipum. 

Tjóðveldi mælir tí til at eftirmeta og endurskoða trygd og arbeiðsumhvørvi á fiskiskipum. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. mars
Jambalaja - 080325
188856
Leygardag 8. mars
Upp á tá - 070325
188847
Leygardag 8. mars
Vikan 8. mars 2025
188843
Leygardag 8. mars
Morgunlestur leygardagur 8. mars 2025
188663
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766