- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eitt ár kostar 20 milliónir
Verður Marknagilsdepilin seinkaður eitt ár, fer tað, sambært Landsverki, at kosta minst 20 milliónir krónur.
Men tíðarætlanin heldur, og depilin verður liðugur á sumri 2016, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, í svari til Gunnvør Balle, løgtingskvinnu.
Gunnvør Balle spyr, um ætlanin er flyta 100 mió. kr. av íløgujáttanini til Marknagilsdepilin frá 2016 til 2015, so depilin kann takast í nýtslu í 2016.
Bjørn Kalsø sigur, at Landsverk hevur kunnað Mentamálaráðið um, at Landsverk metir, at brúk er fyri fleiri pengum til byggingina næsta ár enn tað, sum er sett av í langtíðaríløguætlanini í fíggjarkørmunum hjá landsstýrinum og í fíggjarlógini.
Mentamálaráðið hevur tikið hesa kunning til eftirtektar. Bjørn Kalsø sigur, at hann hevur boðað landsstýrinum og løgtinginum frá hesum.
Landsstýrismaðurin er tó ikki sannførdur um, antin neyðugt verður at flyta pengar frá 2016 til 2015.
Hiigartil hava umbønirnar um játtan hjá Landsverki og rætti tørvurin á peningi ikki samsvarað neyvt, sigur Bjørn Kalsø.
Leggjast skal tó afturat, sigur Bjørn Kalsø, at nú ferð er sett á byggingina, og sáttmálar verða undirskrivaðir við arbeiðstakarar, er meira sannlíkt, at lættari verður hjá Landsverki at meta neyvari um játtanartørvin.
Sambært upplýsingum frá Landsverki gongur byggingin í Marknagili tó eftir ætlan, bæði tíðarætlan og kostnaðarætlan halda sum er, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður.